Lat ikki rúsin spilla spælið

Kennur tú teg ella onkran annan aftur í filminum?

Hugsa um, hvussu tín alkoholnýtsla ávirkar tey, ið eru rundan um teg.

Tað er nemmiliga ikki bert tú, ið verður ávirkaður, tá tú drekkur. Men meira tú drekkur minni sansar tú, hvussu onnur hava tað. Tí er tað einki stuttligt at vera saman við tær, um tú drekkur ov illa.

Hevur tú ella onkur, ið tú kennur trupulleikar við ovurnýtslu av rúsdrekka, kunnu tit fáa góð ráð ella hjálp, við at seta tykkum í samband við okkum.

Tú kanst ringja til Rúslinjuna alt samdøgrið á tel. 770770

blakross@blakross.fo

Blákrossheimið og DAT Ung hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. Vit hjálpa eisini familjunum, hjá misbrúkarunum. Harumframt arbeiða vit fyribyrgjandi.

DAT Ung er fyri ung millum 15 og 18 ár.

Vit kunnu hittast á tel: 328055

heilbrigdi@heilbrigdi.fo

Heilbrigdi er viðgerðarstovnur fyri fólk, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum, og sum ynskja at sleppa burturúr misbrúkinum. Heilbrigdi liggur á Velbastað.

Tú kanst ringja til okkum alt samdøgrið á tel.  205205

Frælsi er avvenjingartilboð hjá Frelsunarherinum fyri ungdóm í aldrinum 18-24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Heimið hevur rúm fyri átta fólkum í avvenjing, umframt eina útslúsing, har fólk læra at klára seg í samfelagnum

Vit kunnu hittast á tel: 297359

megnatittliv@av.fo

Megna títt lív arbeiðir við ungum í aldrinum 15 – 30 ár sum hava sálarligar, og/ella sosialar avbjóðingar. Eisini arbeiða vit við fyri persónum við rúsevnis ella rúsdrekka misnýtslu. Vit veita ráðgeving og umsorgan, soleiðis at teimum, ið hava tørv á tí, fáa mest møguligu ágóðar og hjálp til at megna sítt lív.

Tú kanst kjatta við okkum hvørt kvøld frá kl. 20.00-22.00 á heimasíðu okkara:

sinnisbati@sinnisbati.fo

Sinnisbati arbeiðir fyri teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Hvønn dag arbeiða vit fyri at bøta um korini hjá hesum fólkum, umframt at kunna um sálarsjúku og skipa fyri átøkum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá teimum við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Rúsdrekka ávirkar heilan

Tú skaðar heilan, um tú drekkur ov nógv rúsdrekka. Heilin mennist til tú ert 20-25 ár. Tey sum drekka meira enn 20 eindir av alkohol um mánaðin í 1-2 ár, hava verri at læra og minnast.

Hvussu nógv kann eg drekka?

Tað er ikki sett nakað ávíst mark fyri hvussu nógv alkohol, ung fólk kunnu drekka, annað enn minst møguligt. Og ongantíð meira enn 5 eindir í senn.

Tey, ið byrja at drekka alkohol á ungum árum, eru í størri vanda fyri at fáa trupulleikar við alkohol og rúsevnum, enn tey ið byrja seinni.

‘Øll hava rætt til góð barnaár‘ er heiti á tilboði til børn, ung og familjur, sum hava tað trupult, orsaka av at rúsdrekka og/ella rúsevnir fylla, ella hava fylt, ov nógv í heiminum. Vit veita ikki rúsviðgerð, men hjálpa serliga teimum, sum eru avvarðandi hjá einum ella fleiri við rústrupulleikum.

Ongin eigur at vaksa upp við rúsaðum foreldrum.  Um tú gert tað,  kanst tú seta teg í samband við okkum.

Les meira á